Um tørvur er á fótaviðgerð, vælveru, góðum ráðum innan økið, ella um onkur hevur hug at gleða onkran annan við einum kærkomnum gávukorti, so er hann ella hon altíð vælkomin at avtala tíð á tlf. 28 78 78.

 

Snotiliga klinikkin er í niðaru hæddini beint inn frá vegnum, so hvussu viðskiftafólk enn eru gongd, ella um tey sita í koyristóli, so er einki, ið forðar teimum at koma inn á gólvið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eydna leggur dent á, at fótarøkt er fyri øll. Bæði fyri fólk við diabetes, gikt, psoriasis, harðari húð og rivum; men fótarøkt er eisini fyri tann, sum hevur aðrar tørvir og fegin vil "forkela" ella "pleyga" sínar føtur. Umframt fótarøktina - ella rættari sum ein part av fótarøktini - gevur hon fegin góð ráð um rættar skógvar, innlegg o.s.fr.

 

 

 

 

 

 

 

 

Fótklinikkin 

V/ Eydnu Dragaberg

Bøgøta 34

Ríkisgóðkendur fótterapeutur

FO 700 Klaksvík

Tel. 28 78 78

 

 

 

 

 

 

Fótklinikkin v/Eydnu Dragaberg FO-700 Klaksvík Faroe Islands Tel. 28 78 78 e-mail: eydna@eydna.com